Loysnir

c-Bricks.com CMS

Okkara CMS skipan er løtt og líkatil at brúka hjá øllum. Vit meina at øll kunnu brúka loysnirnar hjá okkum við minimal upplæringstíð. Tað kostar ikki eyka at fáa upplæring í at brúka okkara skipanir.

Skermmyndin omanfyri vísir editorin í skipanini. Hesin editorur er umdreyningspunkt í allari skipanini, bæði viðv. broytingum, upprættan av nýggjum síðum v.m.

Einasta krav er, at man hevur samband við inernetið, hevur ein kagara og er online.

Fyri at dagføra tína heimasíðu við c-Bricks CMS, skal tú innrita á síðuna og byrja at broyta-, innseta síður, navigerings punktir. Lætt og einfalt.

c-Bricks CMS er gjøgnumtesta við fleira árum á baki og er klárt til brúk tá vit levera til tín. Skipanin kann innsetast á allar heimasíður.

Um tú velur okkara loysn, kann tú velja eitt standard design ella tú kann lata okkum designa heimasíðuna fyri teg og eftir tínum ynski og tørvi og til tína móttakarabólkar / málgruppu.

Okkara modulir eru m.a.:

  • CMS Standard
  • CMS Medium
  • CMS Advance
  • Samanspæl / implementering av Facebook so at heimasíðan kann fáa innihald frá Facebook og Facebook fáa innihald frá heimasíðuni
  • Tíðindamodulir í ymiskum formati og variantum
  • Tíðindabræv listar
  • Fíla viðgerð
  • eHandil modul
  • Frymil til samband við egnum teigum
  • Forum
  • Modul til viðskiftafólk at heinta fílar niður
  • Myndasavn, bæði vanligt og myndir frá Facebook
  • Atkvøðu modul
  • ... nógv ymisk onnur

Øll modulir kunnu tillagast eftir ynski og til tín móttakarabólk. Um eitt modul ikki finnst sum standardvøra, ja so programmera vit tað til tín.

WordPress ella Drupal CMS

Eitt WordPress ella Drupal CMS er naka tað sama sum c-Bricks CMS, t.v.s. ein skipan sum tú kann innseta og fjerna modulir eftir ynski og behov ella tað tú hevur brúk fyri.

Vit hava fleira ára royndir í at seta upp skipanir, bæði í WordPress og Drupal platforminum.

eHandil og vørukatalog

Eftirhondini hava vit uppsett naka av eHandlum og vørukatalogum og hava drúgvar royndir við teknikkinum aftanfyri eina online keypsprosess. Kundar eftirspyrja bædi vanligar eHandlar og vørukatalog, hetta er í prinsippinum ein eHandil sum brúkarin bara ikki kann keypa vøruna ígjøgnum.

Møguleikarnir eru nógvir og tað er bert tú sum setur mark fyir hvat tín heimasíða skal kunna.

Kundatilpassaðar loysnir

Vit gera eisini serligar kundatilpassaðar loysnir, t.v.s. loysnir sum eru gjørdar til serligar málbólkar o.a.

Hetta kan millum annað vera Intranet loysn, serligar innritingar loysnir v.m.

Grafiskar loysnir

Vit gera ikki bert heimasíður men eisini aðrar grafiskar loysnir. Vit hava drúgvar royndir við ymiskum grafiskum sniðum so sum smáar og stórar lýsingar, beklædning av bygningum og bilum (grafisk).

Vit hava t.d. gjørt ymisk búmerkir, lýsingar, statiskar bannarir, plakatir, flyers, roll-up's, faldarir, bil-folie, USB lyklar v.m.